Skip to product information
1 of 5

1 tíma túrur

1 tíma túrur

Regular price 600,00 DKK
Regular price Sale price 600,00 DKK
Sale Sold out
Mvg íroknað.

Kom inn í okkara flótandi dreymaverð tætt framvið klettunum á søguríka Tinganesi, ljóðleyst, í føroyskum træbáti, við el drívmegi.

Lýsing av túrinum
  • Longd 60 minuttir
  • Mest loyvda persónar 12
  • Møtistaður Vágsbotnur/úti í Bakka
  • Torleikastig
    • Lætt
  • Mál Enskt og føroyskt
View full details

Túrurin

At flóta ljóðleyst í stórum føroyskum træbáti framvið søguríka Tinganesi, og eisini heilt inn til klettin onkuðstaðni, skal bara roynast, og sær út sum at fólk verðuliga njóta tað, eisini føroyingar. Vit fara heilt einfalt niður í ferð og bara njóta friðsæluna. Og damla síðani yvirum vágna og tætt út við Sandagersnesi og inn á vikina og hyggja hvat rørist har, fyri síðani at damla yvir ímóti Argjum og tætt inn ímóti Argjahøvda, og vita hvat rørist har. Tá er tíðin komin at venda innaftur á Vestaruvág at heilsa uppá stóru gomlu pakkhúsini. Mullers og Skeiva. Árðenn damlað verður innaftur í Vágsbotn. 

Rundferð hálýsing:

  • Njótið at damla friðarliga heilt tætt framvið Tinganesi, elsta lóggávuting í heiminum.  Higani damla vit víðari, út um Sandagerðsnes inn á víkina, og síðani yvir til Argjahøvda, og haðani leiðin gongur innaftur á Vestaruvág, yvir til Pakkhúsini, Mullers og skeiva, áðrenn vit enda aftur í Vágsbotni.

  • Á túrðinum práta vit mestsum túnatos, um nýtt og gamalt, og sum fólk hava hug til.  

  • Føroyskur bátur,  einki útlát, sera róligt og friðsælt upplivilsi. 

  • Sit inni í fínum, heitum húsi, har fult útsýnið er, og bara njót. Ella tú fer út á dekkið, sum tú vil.

  • Íroknað

    • Góðkendir Solas bjargingarvestar, til at brúka um neyðugt.
    • Fínt vesi, fremst í bátinum.
    • Te, kaffi, vatn og smákakur.
  • Ikki íroknað

    • Meals or beverages
    • Hotel pickup
    • Toilets onboard
    • Photography gear

Gott at vita

  • Fráferð úr Vágsbotni  (20m uttanfyri Umami)
  • Túrðurin: 1 Tími
  • Ferðandi: Mesta lagi 12
  • Manning: Skipari og dekkari, við kravdum førleikum og váttanum frá FMA
  • Klæðir: Um hugur er meira til at vera á dekkinum, er snilt við jakka/frakka/troyggju. Skógvar, vanligar. Tó helst ikki snilt við høgum hælum. 
  • Atkoma: Góð — Tað eru 2 góð trapputrin niður í bátin og gott at halda í. 
  • Keypast kann vín og bjór umborð

Um bátin Egholm

39 fót, serligur seksæringur, smíðiár 2024. Viðurin, seintvaksandi fura, frá burðardygt góðkendum veitara í Noregi. Bátasmiðjurin er ungur og arbeiðssamur, Gudmundur S. Norðbú.
At vit velja føroyskan bát er eisini ein sjálvsagdur partur av okkara hugsan.

Rólig ferðafólkasigling var frá byrjan havd í huga. Burðardygd, er avgjørt í hásæti. Báturin siglir uttan larm, reint el drivin.

Hitaskipanin er sjóhiti, sum er serliga vælegnað, júst í okkara sjóumhvørvi. Og tí eisini eitt umhvørvisligt pluss.

Túrur