Afturgjalds- og avlýsingartreytir

Seinast dagført: 10.07.2026

Hesar treytir eru galdandi fyri túrar, sum verða bílagdir beinleiðis hjá Egholm Tours, teldupost, telefon ella aðra bíleggingarskipan hjá okkum.

Um túrurin er bílagdur frá øðrum veitara verður víst til galdandi treytir hjá viðkomandi veitara.

1. Tá kundin avlýsir

Allar bíleggingar er bindandi. Og vit rinda ikki endurgjald, um kundin sjálvur avlýsir.

Boðar kundin frá í seinasta lagi 1 viku áðrenn fráferð, kann Egholm Tours, alt eftir tøkum plássum, loyva, at bíleggingin verður flutt til ein annan almennan túr. Vit kunnu ikki lova at bíleggingin kann ikki flytast seinni enn 1 viku áðrenn fráferð, men taka móti fráboðanum umvegis heimasíðuna.

Um kundin ikki møtir upp rættstundis til ásettu fráferðina, verður hetta mett sum ein avlýsing frá kundans síðu. Í slíkum føri er onki endurgjald.

2. Serligar og privatar bíleggingar

Fyri privatar túrar, bólkar og serligar bíleggingar kunnu aðrar avlýsingartreytir vera galdandi. Hesar verða upplýstar í tilboðnum ella bíleggingarváttanini.

Er eingin serlig avtala gjørd, eru hesar treytir galdandi:

  • Avlýsing í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fráferð: 100 % endurgjald.
  • Avlýsing millum 3 og 7 dagar áðrenn fráferð: 50 % endurgjald.
  • Avlýsing seinni enn 3 dagar áðrenn fráferð: einki endurgjald.

3. Tá Egholm Tours avlýsir

Skiparin hevur altíð endaligu avgerðina um, hvørt ein túrur kann gjøgnumførast trygt og forsvarliga.

Egholm Tours kann avlýsa ella broyta ein túr orsakað av millum annað:

  • ringum veðri, vindi, ráki ella sjóvarfalli
  • tekniskum trupulleikum
  • trygdarligum viðurskiftum
  • boðum ella avmarkingum frá myndugleikum
  • sjúku ella øðrum óvæntaðum viðurskiftum

Verður túrurin avlýstur av Egholm Tours, kann kundin velja millum:

  1. at flyta bíleggingina til ein annan tøkan túr, ella
  2. at fáa fult endurgjald fyri goldið keyp frá Egholm Tours.

Egholm Tours gevur onki endurgjald fyri aðrar útreiðslur, sum kundin kann hava havt í sambandi við túrin.

4. Broytingar á túrinum

Veður, vindur og sjóvarfall kunnu broytast skjótt. Skiparin kann tí broyta fráferðartíð, siglileið, longd ella innihald á túrinum, um skiparin metur hetta neyðugt.

Smærri broytingar, sum ikki munandi minka um samlaðu upplivingina, geva ikki rætt til endurgjald.

Verður túrurin munandi styttur ella broyttur, metir Egholm Tours í hvørjum einstøkum føri, um kundin skal fáa part av gjaldinum endurgoldið.

5. Sein uppmøting

Ferðafólk skulu møta á avtalaða møtistaðnum í seinasta lagi 15 minuttir áðrenn fráferð.

Báturin kann ikki væntast at bíða eftir ferðafólki, sum kemur ov seint. Sein uppmøting ella vantandi uppmøting gevur ikki rætt til afturgjald.

6. Sjúka og persónlig viðurskifti

Sjúka, broyttar ferðaætlanir, seinkingar, avlýst flog ella onnur persónlig viðurskifti geva ikki sjálvvirkandi rætt til afturgjald uttan fyri vanligu avlýsingarfreistirnar.

7. Endurgjald

Endurgjald verður vanliga flutt aftur við sama gjaldshátti, sum varð nýttur við bílegging.

Viðgerðartíðin kann vera upp til 15 bankadagar, alt eftir banka og gjaldsveitara. Egholm Tours rindar bert tað upphæddina aftur, sum Egholm Tours hevur móttikið.

Møgulig bíleggingar- ella avgreiðslugjøld hjá uttanhýsis bíleggingarpallum verða viðgjørd sambært treytunum hjá viðkomandi veitara.

8. Bílegging umvegis annan veitara

Er túrurin bílagdur umvegis eina ferðaskrivstovu, hotell ella annan bíleggingarpall, kunnu avlýsingar- og afturgjaldstreytirnar hjá hesum veitara vera galdandi.

Í slíkum førum skal umbøn um broyting, avlýsing ella afturgjald vanliga sendast beinleiðis til veitaran, har bíleggingin varð gjørd.